Nú stjórnin ikki longur hevur meiriluta einsamøll í Fólkatinginum verða kanska boð eftir Sjúrði Skaale og Onnu Falkenberg fyri at tryggja stjórnini meiriluta

Danska stjórnin hevur mist meirilutan

Enn eitt floksskifti í Danmark førir við sær, at stjórnin ikki longur hevur meiriluta í Fólkatinginum

Nú stjórnin ikki longur hevur meiriluta einsamøll í Fólkatinginum verða kanska boð eftir Sjúrði Skaale og Onnu Falkenberg fyri at tryggja stjórnini meiriluta

Danski fólkatingsmaðurin, Mads Fuglede, hevur meldað seg úr Vinstra og er farin upp í Danmarksdemokratarnar. Tað merkir, at stjórnin ikki longur hevur meiriluta – heldur ikki saman við uttanflokkatingmanninum, Jon Stephensen. 

Stjórnin misti í veruleikanum innanríkispolitiska meirilutan, tá Mike Fonseca varð koyrdur úr Moderaterne í heyst.

Men Jon Stephensen, sum eisini er koyrdur úr Moderaterne, men sum er uttanflokka, hevur kortini stuðlað stjórnini.

Mas Fuglede hevur í dag skrivað á Facebook, at hann skiftir frá Vinstra til Danmarksdemokraterne. Hann sigur orsøkina millum annað vera, at hann er ónøgdur við at Vinstra er farið í stjórn.

Hann finst eisini at komandi CO2gjaldinum á landbúnaðin.

Tey fýra føroysku og grønlendsku umboðini í Fólkatinginum blanda seg vanliga ikki upp í innanríkispolitisk mál í Danmark. Men hinvegin kann tað merkja, at skal stjórnin hava veruligan meiriluta, so tørvar henni stuðul úr Føroyum og Grønlandi.

/ritzau/

 

 

Nú stjórnin ikki longur hevur meiriluta einsamøll í Fólkatinginum verða kanska boð eftir Sjúrði Skaale og Onnu Falkenberg fyri at tryggja stjórnini meiriluta