Nú eru bert tríggjar vikur eftir, til umsóknirnar skulu vera inni til tær 4 PhD játtanirnar, sum danska stjórnin gav. Danska stjórnin hevur játtað stuðul til 4 PhD verkætlanir um veðurlag og streymar við Føroyar. Kandidatar innan nógv ymisk øki kunnu søkja, t.d. matematikk, fysikk, oceanografi, meteorologi og biologi.
Umsóknarfreistin er 26 september; men ein tílík umsókn tekur tíð at gera, tí avtala má gerast við avvarandi universitet. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Fiskirannsóknarstovuna.