Danska stjórnarskráin og sjálvstýrismenn

Viðhvørt verður ført fram, at tað ikki ber til hjá sjálvstýrismonnum at verða valdir inn á danating, tí at tað stendur í grein 32, 7. petti í donsku stjórnarskránni, at "Hvør tingmaður skal, tá ið val hans er góðkent, hátíðarliga játta at halda stjórnarskránna."

 


Ført verður fram, at teir sum eru sjálvstýrismenn virka ímóti hesi stjórnarskrá, tí tað skal vera í stríð við hana at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt ríki.

Hetta er fullkomuliga burturvið.

Sjálvt um tað verður sagt, at henda stjórnaskrá eisini er okkara stjórnarskrá av tí at vit eru innlimaði í Danmark, so er tað einki ið forðar fyri at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt ríki sambært reglunum í henni.

Hetta stendur greitt í 1. petti í 19. grein, har sagt verður, at kongur skal hava fólkatingsins undirtøku fyri at minka um ríkið. Við fólkatingsins samtykki kann hann tí gera tað, og eitt samt fólkating hevur sagt, at um so er, at vit vilja gerast eitt sjálvstøðugt ríki, so verður hetta einmælt samtykt í fólkatinginum.

Tað er ikki meir enn rætt og rímiligt, at sjálvstýrismenn sita á fólkatingi, tá ið ein slík avgerð sambært stjórnarskránni skal takast.

Men sjálvt um tað verður sagt, at danska stjórnarskráin ikki er okkara stjórnarskrá, so er tað eisini rætt at sjálvstýrismenn sita á fólkatingi og geva váttan um at halda donsku stjórnarskránna.

Okkara stjórnarskrá er tann, sum løgtingið samtykti tann 14. august 1662. Hon er galdandi her av tí, at vit ongantíð eru vorðin innlimaði í Danmark, men eru saman við hesum ríki sambært sáttmálan frá 29. august 1450. Hesin sáttmáli sigur, at vit eru eitt sjálvstýrandi ríki sum er á jøvnum føti við Danmark. Men ein av teimum skyldum, sum vit hava, er at senda fólk til Danmarkar at hjálpa teimum at stýra Danmark um so er at Danmarkar ríki heitir á okkum um at gera tað.

Tað er hetta sum Danmark hevur gjørt við at teir hava sett í 28. grein í sína stjórnarskrá, at 2 av teimum 179 fólkatingsumboðunum verða vald í Føroyum.

Vit kunnu í hvussu so er siga fyri vist, at hesi føroysku fólkatingsumboð ikki kunnu koma til Danmarkar og krevja av dønum, at teir ikki skulu halda ta stjórnarskrá, sum teir hava samtykt. Danska tjóðin hevur rætt til at skipa fyri sínum egnu viðurskiftum eins og vit hava tað, og eins og danir í Føroyum skulu halda lóg og rætt, so mugu okkara umboðsmenn í Danmark gera tað sama.

Fremsta lógin í Danmark er stjórnarskráin.Við at geva lyfti um at vit halda hana í Danmark verður tí undirstrikað, at danir hava samsvarandi skyldu til at halda okkara stýrisskipan í Føroyum.

Fremsta skyldan hjá føroysku umboðunum er at geva dønum ráð um hvussu teir skulu halda tær reglur, sum ásettar eru fyri samstarvið millum Føroyar og Danmark. Tað vil siga at danir skulu vera mintir á, at Føroyar og Danmark eru tvey javnbjóðis ríki, og at hvørki skal vera yvirmaður hjá hinum.

Satt at siga er tað ringt at síggja, hvussu aðrir enn sjálvstýrismenn kunnu megna henda setning á danatingi.