Danska sjóverjuskipið er ein sera góð trygd

? Hevur danska stjórnin ætlanir um at gevast við donsku sjóverjutyrluflúgvingini við Føroyar? Tað vil Henrik Old hava at vita frá Vibeke Larsen, ríkisumboðsmanni

Í viðmerkingunum til fyrispurning frá Henriki Old, settur Vibeke Larsen, ríkisumboðsmanni, sigur javnaðartingmaðurin, at seinastu tíðina hevur ljóðað, at danska sjóverjan skal gevast við tyrluflúgving við Føroyar, og nú seinast hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum biðið Atlantsflog kanna kostnaðin av eini føroyskari tyrlu, sum m.a. skal røkja sjóverju og bjarging við Føroyar.


Góð trygd

Tí spyr Henrik Old, um danska stjórnin hevur ætlanir um at gevast við donsku sjóverjutyrluflúgvingini við Føroyar? Og í øðrum spurningi vil hann hava at vita frá ríkisumboðsmanninum, um so er, nær kann væntast, at hetta hendir?

At enda sigur Henrik Old í viðmerkingunum, at hann er av teirri áskoðan, at danska sjóverjutyrlan saman við danska sjóverjuskipinum er ein sera góð trygd fyri føroyska fiskiflotan og annað bjargingararbeiði við Føroyar.