Danska stjórnin ætlar at endurskoða alla tað donsku kæruskipanin fyri at bøta um rættartrygdina hjá sjúklingunum. Í Føroyum ber nú til at seta lóg um sjúklingatrygd í gildi Ætlanin er at ein nýggjur sjúklingaumboðsmaður skal setast á stovn fyri at økja um rættartrygdina, og øll kæruskipanin skal gerast meira einføld.
Sambært danska blaðnum, Politiken, kemur hetta útspælið eftir at donsku fjølmiðlarnir hava víst, hvussu tildømis krabbameinssjúklingar ikki fáa viðhald, hóast teir ikki verða viðgjørdir innan lógarkravdu tíðarfreistirnar.
Danski heilsumálaráðharrin viðgongur, at sjúklingar koma illa fyri í núverandi skipan. Tí ætlar hann at skipa fyri hoyring um málið í heyst.
Eitt av uppskotunum hjá stjórnini er ein sjúklingaumboðsmaður, sum kann skumpa undir skipanina.
- Ikki fyri at forfylgja starvsfólkunum í heilsuverkinum, men fyri at savna inn vitan, so vit alla tíðina kunnu gera skipanina betri, sigur Preben Rudiengaard, formaður fyri Heilsunevnd Fólkatingsins.
Føroyska lógin um sjúklingatrygd varð samtykt fyri skjótt tíggju árum síðani, men hon av tí at neyðuga lógin um endurgjaldsábyrgd ikki hevur verið samtykt, hevur lógin um sjúklingatrygd heldur ikki verið virkin.
Lógin um endurgjaldsábyrgd var tó fyri stuttum samtykt í Løgtinginum, so nú er tann forðingin fyri lógini um sjúklingatrygd burtur.