Danska ríkið, amtmansskipanin og tjóðarbygging

Tað verður millum evnini, tá Fróðskaparsetrið skipar fyri serligum søguseminari.

Uffe Østergaard

Leygardagin skipar Fróðskaparsetur Føroya fyri einum spennandi degi, har ikki færri enn fýra viðurkendir søgugranskarar fara hava hvør sín fyrilestur í hølunum í Jónas Broncksgøtu.


Talan er um ein dana, ein íslending, ein føroying og ein norðmann, ið fara at hava framløgur um danska ríkið, eitt danskt atland, norsku amtmansskipanina og føroysku tjóðarbyggingina.


Uffe Østergaard úr Danmark leggur fyri við einum fyrilestri, ið hevur fingið heitið Det danske imperium 1814 til 1918 - småstat og imperium, globalisering og  gårdmandsdemokrati.

Síðani sleppur Gunnar Karlsson framat, og heldur ein fyrilestur við heitinum Usynlige fremskridt i et dansk biland.


Triði maður at fáa orðið er norðmaðurin Yngve Flo, ið fer at halda ein fyrilestur við heitinum Den Norske amtmannsordninga.


Síðsti persónur at hava fyrilestur hendan dagin er føroyingurin Beina í Jákupsstovu. Hennara fyrilestur er kanska heilt serligur, tí hetta fyrsti ferð, at hon fær møguleika at halda ein fyrilestur í Føroyum, ið tekur útgangsstøði í hennara ph.d.-ritgerð. Hennara fyrilestur ber heitið Stats- og nasjonsbygging på Færøyene, en oppgave også for legene?


Aftaná hvønn fyrilestur verður møguleiki at seta spurningar til fyrilestrarhaldararnar. 

Uffe Østergaard

Uffe Østergaard

Uffe Østergaard

Uffe Østergaard

Uffe Østergaard