1500 av teimum 4600 starvsfólkunum í PostNord Danmark kunnu rokna við at missa arbeiðið.
Hetta er avleiðingin av, at almenna felagið leggur postvirksemið niður við árslok 2025.
Í tíðindaskrivi greiðir stjórin Kim Pedersen frá avgerðini:
- Danir eru vorðnir meira og meira talgildir, og tað merkir, at sera fá brøv eru eftir í dag, og afturgongdin heldur fram so mikið munandi, at brævamarknaðurin ikki er lønandi longur, sigur hann.
Síðani 2000 er talið av brøvum minkað við 90 prosentum, og seinasta árið hevur minkingin verið heili 30 prosent.
PostNord væntar, at 700 av 2.200 starvsfólkum frá brævaøkinum fáa bjóðað størv aðrastaðni í samtakinum. Hini 1.500 arbeiðsplássini fara tó at hvørva.
- Fyri at vit kunnu skapa eina burðardygga vinnu, mugu vit tillaga okkum, og hetta merkir tíverri eina torføra avgerð at siga farvæl við nakrar av okkara starvsfeløgum, sigur Kim Pedersen.
Danska deildin hjá PostNord fer framyvir einans at bera pakkar út. PostNord í Svøríki fer framvegis at bjóða brævaútbering, og fyritøkan koyrir eisini pakkar út í Noregi og Finnlandi.
PostNord er felags ogn hjá danska og svenska statunum. Sviar eiga 60 prosent, meðan Danmark eigur hini 40 prosentini.
/Ritzau/