Danska fíggjarlógin útsett

Fíggjarmálaráðið í Keypmannahavn boðaði í dag, at uppskotið til fíggjarlóg fyri 2012 verður ikki lagt fram týsdagin tann 23. august sum ætlað, men dagin eftir.

Einki verður sagt um, hví framløgan er útsett ein dag, men tað hevur ljóðað, at stjórnin er á veg við einum sokallaðum vakstrarpakka, og at hann ætlandi skal leggjast fram í næstu viku. Stjórnarflokkarnir hava annars ikki verið samdir um, at tørvur er á einum tílíkum pakka júst nú.

Í øðrum lagi vísa eygleiðarar á, at tað er ikki óhugsandi, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri fer at skriva út val í næstu ella aðru viku.