Danska fíggjarlógin 410 mia

Gjáramorgunin kunngjørdi Mogens Lykketoft, danski fíggjarmálaráðharrin fólkatingsfíggjarlógaruppskotið fyri 2001, sum helst ikki fer at verða so trupult at samtykkja.

Samlaða fíggjarlógaruppskotið er upp á 410 milliardir krónur, og verður mælt til sparingar upp á 4,2 milliardir krónur.

Eina milliard er ætlanin at brúka gomul, heilsumál og útbúgvingarmál. Hinir flokkarnir í Fólkatinginum skulu verða við til at býta hesar pengar í eini avtalu við stjórnarflokkarnar um fíggjarlógina.

Tískil er hendan milliardin ikki funnin enn, so flokkarnir í fíggjarlógarsemjuni skulu annaðhvørt verða við til at spara hesar pengarnar á fíggjarlógini ella at økja útreiðslurnar hjá skattaborgarunum.

Hetta verður fimta árið á rað, at fíggjarlógin hevur yvirskot, sum næsta ár ætlandi verður upp á 15,5 milliardir krónur, og pengarnir skulu brúkast til at gjalda statsskuldina, sum tískil lækkar til 41% av bruttotjóðarúrtøkuni.

Milliardin, sum danir gjalda Føroyum í blokkstuðuli er um 0,25% av donsku fíggjarlógini.