Fríggjakvøldið og leygarkvøldið skipar ÍF fyri dansi fyri teimum ungu.
Tiltøkini verða ávikavist í Mentanarhúsinum og ítróttahøllini í Kambsdali. Fríggjakvøldið leggur Jan Gardar fløgur á í nýggja Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Leygarkvøldið spælir vælumtókti bólkurin, All That Rain, í ítróttahøllini í Kambsdali. Bólkurin er júst vorðin fullmannaður aftur, eftir at trummusláarin, Henning Nicodemussen, er komin aftur úr Danmørk. All That Rain fer leygarkvøldið at spæla heimagjørdan tónleik umframt løg, sum hoyrast á útvarpsræsunum kring heimin. Dansurin í Kambsdali leygarkvøldið byrjar kl. 23.30, og endar kl. 03.45.
Leygarkvøldið skipa Fuglafjarðar Sjónleikarafelag fyri dansi í nýggja mentanarhúsinum. Hetta tiltak er kanska serliga ætla teimum meir tilkomnu, tí dansibólkurin Driv spælir til dans.
Sunnukvøldið spælir JM Band í Mentanarhúsinum
Vit kenna hann sum fyrrverandi gittarleikara og sangara í All That Rain. Hann gavst í bólkinum herfyri og hevur síðan fingist við at spælt saman við ymsum føroyskum tónleikarum. Seinast, vit hoyrdu frá honum, var tá ið hann royndi seg í tónleikakapping, sum danska sjónvarpsstøðin, TV2, skipar fyri. Kappingin, sum nevnist POPSTARS, er skipað soleiðis, at áhugað kunnu melda seg til. Tey sleppa so at syngja og spæla fyri eini dómsnevnd. Fleiri túsund meldaðu seg til kappingina, og okkara maður varð ein av teimum 25, sum vórðu vald út at kappast víðari.
Maðurin er sjálvsagt kollfirðingurin, Jens Marni Hansen. Aftur at sær at spæla sunnukvøldið hevur hann nakrar av mætastu tónleikarum Føroya. Saman nevna teir seg JM Band. Teir, sum manna bólkin, eru Ólavur Øster við gittara, Pauli Magnussen við bassi og James Olsen við trummum. Allir hesir er úrmælingar, hvør á sínum øki, og tað merkir eisini tónleikin, sum teir spæla. Teir fara at spæla dansitónleik fyri ungum og eldri.