Dansiframførsla í Meiarínum

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið komandi verður høvi at síggja og uppliva dansiverkið »Too Short«, ið vann kappingina Dansolution á Dansescenen í Keypmannahavn fyrr í ár

Komandi vikuskiftið er modernaður dansur á skránni í Gamla Meiarínum í Havn. Millum verkini, ið framførd verða, er »Too Short«, sum Rannvá Káradóttir, Kristina Sørensen Ougaard og Seke Chimutengwende vunnu dansikappingina Dansolution 2005 við í september í ár.
Harumframt verða tvey onnur nýggj verk framførd, og tveir dansi-stuttfilmar vístir. Rannvá og Kristina, ið hava koreograferað hvør sítt verk, hava hesaferð arbeitt saman við ávikavist Marionnu Mørkøre (video) og Dánjal á Neystabø (tónleik).
Dansiframførslurnar verða í Gamla Meiarínum fríggjakvøldið og leygarkvøldið tann 28. og 29. oktober kl. 20, kostnaður 80 kr.