Tað gongur væl hjá Liverpool Føroyum at samla fólk til stóra fjepparatiltakið sum byrjar í "Dansifrøi" í Gundadali i Havn í morgin klokkan 17.
400 fólk hava teknað seg til tað sum kann gerast størsta løtan hjá Liverpool-fjepparum í 13 ár. Talan er um Champions League finaluna millum Liverpool og Real Madrid sum byrjar klokkan 19.45 leygarkvøldið.
Í "Dansifrøi" verða tveir stórskíggjar og borð verða kring alt økið. Møguliga verða nøkur fleiri fólk tikin inn, men tey sum leggjast aftrat nú mugu noyðast við standipláss.
Áki Johansen og Piddi Olsen frá Liverpool Føroyum vitjaðu SportBoxina á Rás2 seinnapartin til eitt prát um stóra tiltakið hjá Liverpool Føroyum í "Dansifrøi".
Viðgerðarheimið "Frælsið" á Eiði fær yvirskotið av tiltakinum.