Dansibandsfestivalurin útsettur

Korona-smittan ávirkar mong tiltøk, og nú boðar Dansibandsfestivalurin í Vági frá, at festivalurin er útsettur. 

Fráboðanin ljóðar soleiðis:

Støðan við korona-smittuni, sum herjar allan heimin, ávirkar sjálvsagt eisini hjá okkum í Føroyum. Og av somu orsøk er Dansibandsfestivalurin eisini útsettur, og verður ikki í døgunum 1. og 2. mai 2020, sum upprunaliga ætlað.

 

Meiri verður at frætta um Dansibandsfestivalin 2020 eftir páskir, siga fyrireikararnir.

 

Fylgjast kann eisini við á heimasíðuni www.dansibandsfestivalur.fo