Dansibandsfestivalur í Vági í frálíkum veðri

Dansibandsfestivalurin í Vági byrjaði hósskvøldið, men fyrsti stóri dagurin á Dansibandsfestivalinum var fríggjakvøldið, og talan var um kvøld, sum byrjaði við stóra kalda borðinum í Vágs Høll, har tað vóru fleiri enn 400 fólk. Lokalir tónleikarar spældu hesa løtuna, ið eisni var syng við kvøld.  

 

Síðani var tónleikur frá Finni S. Olsen og kvøldið endaði við dansi við Ingemars.

 

Leygardagsskráin á Dansibandsfestivalinum er eisini fjølbroytt og byrjaði  kl. 10 í morgun við gongutúri í vøkru náttúruni kring Vág.

 

Í dag er eisini dansiband guðstænasta og annað á skránni.

 

Skráin sæst her: 

 

Dansibandsfestivalur í Vági | Facebook