Danny & The Veetos gera comeback

Nú eru nøkur á liðin síðan, at flestu menn í bólkinum Danny & The Veetos hava samlast fyri at framføra teirra løg, sum fólk elska at syngja við til. 

 

Okkara Land, sum er tann nýggi ”syng-við” festivalurin, sum fyri fyrstuferð fer av bakkastokki 1. Juni á tí stóra parkeringsplássinum uttanfyri Skúlaheiminum á Marknagili í Tórshavn, hava boðað frá, at Danny & The Veetos gera comback á pallinum hendan summardag.

 

Danny & The Veetos hava hittað við løgum sum ”Sunnukvøld í mai”, ”Alright”, ”Stúr Ei meir” og fleiri onnir. Teir hava framført á nógvum tónleikatiltøkum gjøgnum árini, har teir altíð hava megnað at fáa fjøldina at svinga og syngja við.

 

Nú hava føroyingar so aftur møguleika at uppliva Danny & The Veetos 1. juni til Okkara Land festivalin í Tórshavn, saman við nógvum øðrum nøvnum, so sum Týr, Tinganest, Exit Light, Herborg, Hitmen, Sámal Ravnsfjall, Signar í Homrum, Anfinn Nielsen úr Anfinn og co., Eyðun Nolsøe, Ólavur Højgaard, Sway, Bjarka Hansen, Dánjal Gomez, Kára Fossdalsá o.s.fr.

 

Meira sæst við at lesa á www.okkaraland.fo