Danny and the Veetos taka upp í storminum

- Úti á Reyni eru upptøkurnar til næsta Danny and the Veetos videolagið í gongd.

Veðrið fært tú einki gjørt við, siga vit føroyingar mangan, tá ið fólk ilskast inn á veður og vind. At tað er fitt av vindi í Havnini í dag hevur so ikki forða Danny and the Veetos í at taka enn eitt fet víðari á teirra tónlistarligu leið. Teir eru nevniliga i gongd við at taka upp til enn eitt videolag, og á myndini omanfyri sært tú hvussu tað sær út á upptøkustaðnum. 

 

Teir frísku fýrarnir úr Klaksvík hava júst latið eina fløgu frá sær og seinasta árið ella so hava teir latið eitt hitt fyri og annað eftir frá sær. Í summar var videolagið til sangin "Alright" almannakunngjørt og longu nú eru dreingirnir í gongd við at gera eitt videolag aftrat. 

 

Hesaferð er tað til lagið Farvæl, sum er nummar átta á fløguni Hint of Melancholy. 

 

Tað er á Skipara Hansen Gøtu 12 úti á Reyni, at upptøkurnar í dag verða gjørdar. 

 

- Tað hevur riggað avbera væl, sigur Danny Baldursson, nú teir leggja síðstu hond á upptøkurnar í dag. 

 

Í næstu viku fara teir til Vága Floghavn, har næsti parturin av videolagnum skal takast upp. Søgan til videolagið Farvæl byrjar, har søgan frá Alright videolagnum endar. Teir hava heitt á fólk um at koma út á Reyn til upptøkurnar, tí teir hava tørv á fólki til at hugna sær, eta, ganga og práta, meðan upptøkurnar verða gjørdar. 

 

Næsta videolagið kemur eftir ætlan út í november.