Danmark umboðað í Irak-stýrinum

Ein danir verður millum teirra, sum skulu stýra Irak ta fyrstu tíðina aftan á kríggið.

Danska stjórnin hevur tilnevnt Henrik Olesen til tað nýggja stýrið, sum skal taka við leiðsluni í Irak, tá kríggið er liðugt.

Henrik Olesen hevur drúgvar royndir frá ymiskum altjóða arbeiði. Hann var umboðsmaður fyri ST í Pólandi, tá Berlinmúrurin fall, og hann var millum teirra, sum løgdu verkætlanina "Mat fyri olju" hjá Irak til rættis. Henrik Olesen hevur fleiri ferðir verið í Irak, har hann hevur tingast við myndugleikarnar um ymsar hjálparætlanir.

Sambært Politiken skal hann í fyrsta umfari standa fyri hjálpararbeiðinum í Irak aftan á keíggið, samstundis sum hann verður bindilið millum donsku stjórnina og amerikansku leiðsluna í Irak.

Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri segði fyrradagin, at danska stjórnin er til reiðar at taka lut í fyribilsstýrinum í Irak, sjálvt um hetta stýrið verður skipað uttan góðkenning úr ST.