Danmark útvísir norðurlendingar

Herda útlendingalógin umfatar ikki bert ólóglig flóttafólk úr miðeystri, men eisini norðmenn, sviar , finnlendingar og íslendingar, skrivar Politiken. Nú er tað ikki bert flóttafólk og innflytarar úr Afrika og Miðeystri, ið merkja herda útlendingapolikkin hjá dønum.

Nýggj tøl frá Integrationsministeriet vísa, at Danmark síðan 2004 hevur útvíst 46 norðurlendingar, tí teir tóku ímóti sosialhjálp. Bara í fjør blivu 10 norðmenn, sviar, finnlendingar og íslendingar útvístir, meðan talið fram til apríl í ár er tríggir.

Hetta hevur ført til stóran ágang frá grannalondunum.

Tað er skeivt av Danmark at ganga egnar leiðir. Sum grannar skulu vit fara eins við hvørjum øðrum, og verja um frælsið at ferðast innan landamørkini hjá norðurlondum, sigur Hans Wallmark, ið er limur í Nordisk Råds Medborger- og Forbrugerudvalg fyri Moderatarna í Svøríki.

Og finski Ville Niinistö er samdur:

Danmark má gera upp við seg sjálvt, um tað er moralskt rætt, at leggja strangari linjur enn onnur lond gera. Eg haldi, tað er amoralskt, sigur hann.

Ein íslendsk kvinna skuldi í fjør sendast aftur til heimland sítt, tí hon fek sosialhjálp.

Eg skilji, at teir halda eg havi verið ov leingi á sosialhjálp, men eg skilji als ikki, hví teir vilja senda ein kvinu við barn og einum fýra ára gomlum soni og føstum felaga við starvi av landinum, sigur kvinnan.

Nú slap hon kortini at verða verandi í Danmark, tí hon frásegði sær rættin til sosialhjálp. Nú livir familjan so av einari inntøku uttan fíggjarliga stuðulin undir barnsburðarfarloyvi, sum hon hevði fingið sum donsk kvinna, skrivar Politiken.