Danmark átalar Kina fyri brot á talufrælsi

Eftir boðum frá Jeppe Kofod, uttanríkisráðharra, er sendimaðurin hjá Kina, Feng Tie, biðin um at koma til samrøðu í uttanríkisráðnum við uttanríkispolitiska stjóran.

Á fundinum varð funnist greitt at og frástøða tikin frá teimum tiltøkum, sum Kina hevur sett í verk ímóti fleiri evropiskum fólkum og felagsskapum, teirra millum danska demokratigrunnin, Alliance of Democracies, sum fyrrverandi forsætisráðharri Danmarkar, Anders Fogh Rasmussen, stovnaði.

Hesum boðar danska uttanríkisráðið frá í tíðindaskrivi í dag.

Í sambandi við fundin sigur uttanríkisráðharrin:

– Tá Kina setur tiltøk í verk ímóti frælsum, kritiskum evropisum politikarum, stovnum og meiningsskaparum, bara tí at tey hava verið atfinningarsom ímóti Kina, er talan um greitt brot á talufrælsi í Evropa og í danmark. Tað kunnu vit undir ongum umstøðum góðtaka. Lat meg leggja dent á, at tiltøkini hjá ES bara snúgva seg um kinverkar myndugleikapersónar, sum beinleiðis hava ábyrgd fyri grovum mannarættindabrotum.

– Tað er eitt álvarsamt diplomatiskt stig at kalla ein sendiharra til samrøðu á henda hátt. Eg taki hetta stigið tí donsk og evropisk kjarnuvirði eru hótt og eg fegnist um, at fleiri evropisk lond taka tilsvaradni stig í hesum døgum. Í tí sambandi má hvørki danski almenningurin ella tann kinesiska stjórnin vera í iva um, hvussu vit frá danskari síðu uppfata hetta álvarsmál.

Og uttanríkisráðharrin leggur afturat:

– Eg merkir mær, at Kina hevur sagt, at tað koma fleiri svar, um ikki ES tekur aftur tiltøkini ímoti persónum í Xinjiang aftur. Eg taki frástøðu frá slíkum hóttanum um strangari tiltøk og kann avvísa, at tað fær nakra ávirkan á, hvussu Danmark ella ES fara at gera í hesum máli.

– Tiltøkini hjá ES eru samskipað við USA, Bretland og Kanada. Eg er ógvuliga væl nøghdur við tey greiðu boðini, tað sendir til Kina um samanhald við sameinda lond. Vit standa á varðhaldi um felags virði, sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri í greiðu boðunum í sambandi við ábreiðsluna, sum kinverki sendiharrin í Keypmannahavn í dag hevur fingið.