Danmark spælir móti trimum norðurlondum undan EM-endaspælinum

Føroyar, Svøríki og Noreg koma øll á vitjan í Danmark

Tríggir teir seinastu venjingardystirnir hjá danska fótbóltslandsliðnum undan EM-endaspælinum vera allir móti norðurlendskum landsliðum.

 

Danmark spælir allar hesar tríggjar dystirnar á heimavølli.

 

26. mars spælir Danmark móti Føroyum, 5. juni møta teir Svøríki í Parkini í Keypmannahavn, og 8. juni er Noreg mótstøðuliðið í Brøndby.

 

Í EM-endaspælinum er Danmark í bólki C saman við Onglandi, Serbia og Slovenia.

 

HER  sæst leikskráin fyri innleiðandi EM-bólkaspælið.