Danmark og Svøríki vunnu tryggar sigrar

Sjey dystir vóru leiktir í HM-endaspælinum í manshondbólti í dag

Ikki færri enn sjey dystir vóru leiktir í HM-endaspælinum í manshondbólti í dag.

 

Í París vóru tríggir dystir leiktir í bólki D. Egyptaland vann eitt sindur óvæntað 22-20 á Katar, aftaná at hava verið á odda 11-8 í steðginum. Katar vann HM-silvur fyri tveimum árum síðani, og vóru favorittar í dag, men tað løgdu egyptar ikki nógv í.

 

Danmark vann ein tryggan 33-22 sigur á Argentina. Í steðginum var Danmark á odda 17-11. Mikkel Hansen gjørdist toppskjútti hjá Danmark við seks málum. Lasse Svan Hansen skeyt fimm mál. Juan Fernandez gjørdist toppskjútti hjá Argentina við fimm málum.

 

Svøríki vann stórsigur 33-16 á Bahrain. Svøríki var á odda 17-5 í steðginum, og tá var longu greitt hvønn veg tað bar. Jerry Tollbring gjørdist toppskjútti hjá Svøríki við 10 málum. Habib Hasan gjørdist toppskjútti hjá Bahrain við fýra málum.

 

Í bólki A vann vertstjóðin Frakland trygt 31-19 (17-9) á Japan. Valentin Porte gjørdist toppskjútti hjá Fraklandi við seks málum. Hiroki Shida gjørdist toppskjútti hjá Japan við sjey málum. Frakland er oddalið í bólki A við fýra stigum fyri tveir dystir. 

 

Í bólki C vann Týskland 27-23 (16-11) á Ungarn. Uwe Gensheimer skeyt ikki færri enn 13 mál fyri Týskland. Kroatia vann 28-23 (12-11) á Saudi Arabia, og Chile vann 32-28 (14-14) á Hvítarusslandi.

 

Í morgin verða hesir dystir leiktir :


Bólkur A : Brasil-Pólland (Klokkan 13.45) og Noreg-Russland (Klokkan 16.45)

Bólkur B : Ísland-Slovenia (Klokkan 13.45), Tunesia-Spania (Klokkan 16.45) og Angola-Makedonia (Klokkan 19.45)

Bólkur C : Ungarn-Kroatia (Klokkan 19.45)

Bólkur D : Egyptaland-Danmark (Klokkan 19.45)