Danmark og Grønland ósamd um Arktis

Danmark og Grønland draga ikki eina línu íkappingini um rættin til leiðirnar við Norðpólin

Barbara Holm

Danmark og Grønland draga ikki eina línu í kappingini um rætt­in til leiðirnar við Norð­pól­in. Tað stendur at lesa í ein­ari nýggj­ari bók, sum danski tíð­ind­a­maðurin Mart­in Bre­um hev­ur skrivað.
Høv­und­urin skri­v­ar í bók­ini, at sum er er tað danskt-grøn­­lendska stríð­ið grund­að á, hvat skal henda, um Dan­mark vinnur tað dip­lo­mat­iska strið­ið um rættin til økið við pólin.
– Men tað er als ikki vist, at teir grønlendsku pol­it­ik­ar­arnir fara at góðtaka, at leið­in við Norðpólin skal hoyra til ríkisfelagsskapin, skriv­ar Martin Breum. Í sam­bandi við bókina hevur hann tosað við grønlendska lands­stýr­is­for­mann­in, Kuupik Kleist, sum held­ur, at Norðpólurin eigur at fáa somu støðu sum Suð­ur­pól­ur­in, ið er eitt slag av ein­um frið­að­um ongamannalandi.
- Tað hevði verið óført, um vit kundu fingið semju um, at Norðpólurin hoyrir til mann­a­ætt­ina, og at hann verður friðaður fyri ymiskt virksemi so sum hernaðarligt virksemi, sigur Kuupik Kleist í bókini. Sambært Martin Breum hevur danska stjórnin eina heilt aðra áskoðan, tí henn­ara mál er at gera Norðpólin danskan, skrivar hann.
Men sambært kanadiska Ark­t­is-serfrøðinginum Mich­ael Byers fer hvørki Danmark, Kan­ada ella Russland at vinna stríðið um Norðpólin.
- Einki land kann eiga sjógv­in og havísin. Stríðið hjá dønum, kanadamonnum og russum um Norðpólin snýr seg meiri um tjóð­skap­ar­lig­an stoltleika og inn­an­rík­is­pol­itikk, sigur hann í bókini hjá Mart­in Breum, sum eitur "Når Isen Forsvinder"