Fimtihvør skúli í Danmark er stongdur síðani kommunu-nýskipanina í 2007
Upp á 10 ár hevur Danmark mist 325 fólkaskúlar. Granskarar og feløg óttast gongdina.
Einaferð vóru 27 fólkaskúlar í Haderslev Kommunu. Men so kom kommununýskipanin, og hon førdi við sær í 2007 kommunusamanleggingar um alt landið, og skjótt vóru fimm fólkaskúlar færri í suðurjysku kommununi.
Seinni vórðu hinir skúlarnir lagdir saman, so í dag hevur kommunan 10 fólkaskúlar. Tað eru 17 færri enn í fyri 10 árum síðani.
Haderslev er langt frá einasta dømið í Danmark. Kring landið eru í dag 325 færri fólkaskúlar, enn tað vóru í 2006, áðrenn kommunusamanleggingarnar.
Tað vísir nýggjasta yvirlitið frá Kenslumálaráðnum, skrivarði Berlingske í gjár.
Í 2006 vóru 1601 fólkskúlar í Danmark, meðan tað í ár eru 1276. Tað svarar til, at fimti hvør skúli er horvin. Talan er bæði um, at skúlar eru stongdir og at skúlar eru lagdir saman.
Minkandi talið av fólkaskúlum snýr seg í høvuðsheitum um, at kommunurnar ikki hava pengar til at reka skúlarnar, og at foreldur, sum eru væl fyri í alsamt størri mun velja at koyra børnini í privatskúlar.
Tað sigur granskingarleiðarin á VIA University College, Andreas Rasch-Christensen:
– Vit vilja fegin hava ein fólkaskúla, sum er fólksins, og har meirilutin av børnum okkara ganga, so tað er ein trupulleiki, at so nógvir skúlar hvørva, og at fólkaskúlin verður valdur frá, sigur hann.
– Og so vita vit, at ein skúli er eitt týdningarmikið bindilið í lokalsamfelagnum. Tá skúlin hvørvur, fer eisini ynskið um at búgva har. So tað kann fáa stórar avleiðingar fyri felagsskapin í Danmark, sigur hann við Berlingske.
Í dag ganga 17 prosent av donsku børnunum í fríum grundskúla – í 2007 var talið 13 prosent. Í sama tíðarskeiði er talið av børnum, sum ganga í fólkaskúlanum, lækkað úr 83 niður í 80 prosent.
Tað er serliga í jysku kommununum eins og á oyggjum sum Lolland og Bornholm, at talið av fólkaskúlum er minkað munandi, meðan tað í nógvum kommunum á Sælandi stendur í stað.
/ritzau/