Danmark misnýtti eisini Irak-upplýsingar

Tað vóru ikki bara USA og Bretland, sum gjørdu ov nógv burtur úr frágreiðingunum hjá ST-vápnaeftirlitsmonnunum í Irak. Tað gjørdi danska stjórnin eisini, sigur fyrrverandi formaðurin hjá eftirlitsmonnunum, Hans Blix.

Tá Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, tann 20. mars greiddi Fólkatinginum frá støðuni hjá stjórnini til Irak-kreppuna, legði hann dent á, at Irak hevði ikki kunnað gjørt greitt, hvat tað hevði gjørt við síni evnafrøðiligu og lívfrøðiligu hópoyðingarvápn. Orðini tók hann úr einari frágreiðing, sum vápnaeftirlitsmenninir hjá ST høvdu latið trygdarráðnum í New York, og hetta var ein av orsøkunum til, at danska stjórnin valdi at stuðla USA og Bretlandi í at leypa á Irak.

Men orðini í frágreiðingini merktu ikki, at Irak hevði evnafrøðilig og lívfrøðilig vápn. Tað sigur fyrrverandi formaðurin hjá vápnaeftirlitsmonnunum, sviin Hans Blix, við Politiken.

Hann vísir á, at danska stjórnin mistulkaði upplýsingarnar hjá vápnaeftirlitsmonnunum á sama hátt, sum Bretland og USA gjørdu.

-Teirra uppfatan er, at tá Irak ikki kundi gera greitt, hvat var vorðið av hópoyðingarvápnunum, ja, so vóru tey til enn. Men tað er ikki so. Kanska eru tey til, kanska ikki, sigur Hans Blix og vísir á, at hann legði sera stóran dent á júst hetta, tá hann tann 14. februar helt røðu í ST-trygdarráðnum.

Per Stig Møller heldur ikki, at hann misnýtti upplýsingarnar hjá vápnaeftirlitsmonnunum, men sosialdemokratarnir halda, at orðini hjá Blix taka grundarlagið undan grundgevingunum hjá stjórnini fyri at stuðla USA og Bretlandi í krígnum.

Fyrrverandi uttanríkisráðharrin Niels Helveg Petersen heldur, at stjórnin misnýtti Hans Blix, tí hon tók bara tann partin av frágreiðing hansara, sum gagnaði ætlanini at leypa á Irak.