- Ríkisfelagsskapurin skal geva rúmd fyri okkum øllum. Vit skulu geva rúmd fyri ósemjum. Og vit skulu geva rúmd fyri at loysa hesar í felag, sigur Helle Thorning-Schmidt og sipar beinleiðis til sildatrætuna millum Føroyar og ES.
- Tit skulu vita, at Danmark arbeiðir aktivt í ES fyri at Føroyar skulu sleppa undan teimum sanktiónum, sum ES fyrireikar í løtuni, sigur forsætisráðharrin.
Hon vísir á, at Danmark arbeiðir aktivt fyri at fáa partarnar aftur til samráðingarborðið.
Samstundis ásannar forsætisráðharrin, at í ES høpi ger Danmark einki einsamælt.
- Vísir tað seg, at ES setur tiltøk í verk móti Føroyum, so hevur Danmark bundið seg til at fylgja teimum tiltøkum, ið ES setir í verk. Soleiðis er tað nú einaferð, sigur Helle Thorning-Schmidt, sum tí enn einaferð sigur seg vóna, at ríkisfelagsskapurin stendur sína roynd í hesum álvarsama máli.









