»Havandi í huga sterku lokalu støðuna og týdningin fyri búskapin, metir Moody’s, at føroyska heimastýri og danska stjórnin fara at hjálpa bankanum, skuldi hann komið illa fyri«, sigur Moody’s.
Og framhaldandi verður sagt:
»Rating fyritøkan leggur sær í geyma, at dømi eru um slíka uppíblandan av føroyska heimastýrinum og donsku stjórnini undir fíggjarkreppuni fyrst í 90-unum. ...Hetta tikið við í myndina hevur Moody’s valt at lyft ratingina tvey stig upp frá Baa2 til A3«.
Tað er altso føroyska heimastýrið og danska stjórnin, sum lyfta Føroya Banka upp á A3 stigið á ratinglistanum