Danmark má klára seg uttan Mikkel Hansen í bronsudystinum, sum verður nú um eina løtu.
Høgri bakkurin fekk skaða í økilin í hálvfinaludystinum ímóti Spania fríggjadagin og er ikki klárur til uppgerðina ímóti Frankaríki.
Tað upplýsir Henrik Kronborg, hjálparvenjara, nú stutt undan dystarbyrjan.
– Økilin er ikki nóg góður, og tí fær Mikkel Hansen ikki spælt, sigur hann.
Mikkel Hansen fór hólkandi av vølli við pínu í uppgerðini ímóti Spania, men kom tó innaftur og spældi dystin lidnan.
Eftir dystin gekk hann við ísposa um beinið, tá hann tosað við miðlafólk.
Umframt Mikkel Hansen verða René Antonsen, Henrik Toft og Janick Green heldur ikki við. Heldur ikki Hans Lindberg, sum hósdagin kom úr sóttarhaldi, er við í hópinum.
Frankaríki og Danmark hava einaferð áður í kappingini spælt dyst. Eftir danska leiðslu fram til síðstu minuttirnar endaði tað við, at Frankaríki vann.
Dysturin um triðjaplássið verður spældur í Dome í Budapest nú klokkan 14.30.
Spania og Svøríki spæla EM-finaluna seinni í dag.
/ritzau/