Tað var stórt vónbrot fríggjadagin, tá ið Danmark tapti hálvfinaluna í EM endaspælinum í manshondbólti ímóti Spania.
Í dag var setningurin at vinna bronsukrónurnar ímóti Fraklandi, sum mikukvøldið vann ímóti Danmark. Eftir 60 minuttir var støðan 29 – 29 eftir 14 – 13 til Frakland í hálvleikinum, og so var neyðugt við longdari leiktíð, sum er tvær ferðir fimm minuttir.
Tá vísti Danmark seg at vera stinnari. OL vinnararnir úr Fraklandi vórðu settir upp á pláss, og Danmark vann 35 - 32 og tryggjaði sær bronsukrónurnar.
Fagnaðurin var øgiligur og bar boð um, at tað hevði stóran týdning fyri donsku spælararnar at vinna heiðursmerki, tá ið tað kiksaði í hálvfinaluni.
Danski sigurin var merkisverdur á tann hátt, at tveir av bestu donsku spælarunum ikki vóru við. Mikkel Hansen er so mikið illa skaddur í øðrum øklanum, at hann var ikki førur fyri at spæla, og Mathias Gidsel, sum higartil hevur verið besti danski spælarin, var bara við í ein minutt, so noyddist hann skaddur av vøllinum.
So vóru tað Mads Mensah, Niclas Kirkeløkke og Jacob Holm, ið saman við málverjanum Niklas Landin gjørdu um seg, og í longdu leiktíðini átti Rasmus Lauge, sum annars hevði sitið nógv á beinkinum, avgerandi leiklut.
Jóhan á Plógv Hansen varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, tí veteranurin Lasse Svan ikki stóð seg væl í fyrra hálvleiki. Lasse Svan varð skiftur inn aftur, og hann spældi heilt væl í sínum síðstu minuttum yvirhøvur á danska landsliðnum, har hann hevur verið síðani 2002.