Danmark hevur nú rokkið Nato-máli um verju

Danmark lýkur við stuðlinum til Ukraina málinum hjá Nato fyri verju, sigur Troels Lund Poulsen.

Mynd: Jaap Arriens/SIPA/Ritzau Scanpix

Danmark lýkur frá 2023 Nato-málinum um at brúka tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkini til verju.

Tað sigur Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri í Danmark. Tað er fyrstu ferð, síðani Nato-málið var sett í 2014, at Danmark hevur rokkið málinum.

Danska uppgerðin hevur tó íroknað stuðulin til Ukraina. Harvið er tað ikki bara leypandi útreiðslur til verjuna, sum eru í uppgerðini. Danska uppgerðin í í samsvari við Nato standaridir fyri at mála nýtsluna, sigur Troels Lund Poulsen.

/ritzau/

 

 

Mynd: Jaap Arriens/SIPA/Ritzau Scanpix