Danmark hevur goldið 3,1 milliard fyri vaksinur

Danmark hevur eisini goldið koppingarevnið hjá Føroyum

Danmark hevur higartil goldið 3,1 milliard krónur fyri koppingarevni ímóti covid-19.

Tað sigur danska Heilsumálaráðið í einum skrivligum svari til blaðið Jyllands-Posten.

Jakob Kjellberg, sum er professari og heilsubúskaparfrøðingur á Det Nationale Forsknings- og Analysecenter for Velfærd, heldur, at tað er ein góður handil.

– Upphæddin vísir, hví tað er skilagott at keypa koppingarevni í stórum mongdum. Kostnaðurin av koppingarevnum bliknar aftur í móti kostnaðinum av at lukka samfelagið niður, sigur hann við Jyllands-Posten.

Blaðið skrivar, at higartil hevur danski staturin goldið meira enn 30 milliardir út umvegis hjálparpakkar, og harafturat hevur vinnulívið fingið láni- og likviditetloysnir fyri meira enn 600 milliardir krónur.

Danska Fíggjarmálaráðið sigur, at myndugleikarnir í 2020 brúktu umleið 12 milliardir krónur til at kanna, smittuspora og keypa verndarútgerð fyri.

Føroyar fáa koppingarevni úr Danmark uttan kostnað.