Pólland vann HM-bronsudystin ímóti Danmark, og var talan um klassamun ímóti dystarenda. Talan bleiv um ein trivaligan pólskan sigur uppá 31-23.
Fyrstu løtuni gekk kortini væl í hond hjá Danmark, sum var á odda 7-5. Danski venjarin, Ulrik Wilbek segði eisini við TV2 aftaná dystin, at Danmark kundi avgjørt dystin til sín fyrimun tað fyrsta korterið. Men póllendingar vendu dystin til sín fyrimun. Serliga Karol Bielecki fekk gongd á málskjótingina, og póllendingar tóku leiðsluna í dystinum, og kundu fara til hálvleiks við einari 14-11 leiðslu.
Tað var bara tað unga talentið, Barcelona-spælarin, Mikkel Hansen, sum spældi ein góðan dyst fyri Danmark í dag, og skeyt hann eisini nógv mál. Men einsamallur kundi hann ikki lyfta uppgávuna, og tá 10 minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, var støðan 21-15 til Pólland. Mikkel Hansen fekk næstan einsamallur hála Danmark uppá 22-24, men so fóru póllendingarnir aftur frá dønum, og komu uppá 22-29, og so var alt liðugt.
Danir vóru vónbrotnir, og tað var Ulrik Wilbek sjálvsagt eisini. Thomas Mogensen kláraði heldur ikki at fylla skógvarnar hjá Jesper Jensen, sum playmakari, og tað fer danska ítróttarpressan uttan iva at skriva stórt um.
Ulrik Wilbek hevur vunnið 9 HM, EM og OL heiðursmerki, sum landsliðsvenjari hjá bæði danska kvinnulandsliðnum og manslandsliðnum í hondbólti. Tann tíggjunda má so bíða fyri fyrst.
Frásøgumennirnir hjá TV2 bóru eisini uppá mál, at onkrir av eldru spælarunum fara helst at gevast á landsliðnum nú.









