Fleiri milliónir skjøl vórðu likin av advokatskrivstovuni hjá Mossack Fonseca í Panama. Og tað gav endurljóð.
Donsku skattamyndugleikarnar hava reist tilsamans 77 mál sum beinleiðis úrslit av skjølunum úr Panama í 2016, sum Skat keypti fyri umleið seks milliónir krónur.
Tilsamans hava málini fingið Skat at regulera sjálvuppgávur í málunum við umleið 500 milliónum krónum.
Her eitt sindur um Panama Papers:
– Søgan um Panama Papers er tann størsta nakrantíð um altjóðaskattasnýt.
– Talan er um 11,5 milli´nir skjøl, sum eru likin frá advokatvirkinum Mossack Fonseca í Panama.
– Skjølini fjaldu kontoir hjá yvir 200.000 feløgum og privatpersónum.
– Ein dulnevnt starvsfólk í Mossack Fonsece lak í 2015 skjølini til týska blaðið »Süddeutsche Zeitung«.
– 109 miðlar úr 78 ymsum londum tráðlósu skjølini, eitt nú DR og Politiken í Danmark.
– Lekin fekk navnið Panama Papers.
– Skjølini ganga heilt aftur til advokatfelagið varð stovnað í 1977 og fram til endan av 2015.
– Lekin avdúkaði nógvar bankar, eitt nú Nordea í Danmark, sum hevði kunda við kontoum í Panama.
– Nógvir kendir persónar vóru millum teirra, sum vóru nevnd í skjølunum. Statsleiðarar, forsætisráðharrar, fótbóltsspælarar og kend fólk annars.
Kilder: EU-Kommissionen og Nordea.










