Danmark fall á Wembley

Daniel Sturridge skoraði einsamalla málið í venjingardystinum

Fleiri landsliðsvenjingardystir hava verið kring allan heimin í dag. Tvey av londunum, sum føroyingar fylgja nógv við, spældu á Wembley, har Ongland tók móti Danmark.

 

Bara eitt mál kom í dystinum, tá Daniel Sturridge stútaði eitt Adam Lallana innlegg í mál. Daniel Sturridge, sum til dagligt spælir við Liverpool, hevði ikki færri enn fýra liðfelagar á vøllinum frá byrjan.

 

Ikki síðani 1977 hava fleiri enn fimm spælarar frá Liverpool byrjað inni á landsliðnum samstundis. Eisini fekk vinstri bakkurin hjá Southampton, Luke Shaw, sínar fyrstu minuttir fyri enska landsliðið. Hann hevur verið settur í samband við fleiri av toppliðnum í Onglandi.