Danmark fótaði sær ímóti Spania

Harvið fara trý lond úr hesum bólkinum í miðumfarið við tveimum stigum

Tað var stórt trýst á Danmark undan síðsta dystinum í bólkaumfarinum í EM í hondbólti. Fyri at varðveita møguleikan at vinna seg úr miðumfarinum og í hálvfinaluna var tað avgerandi í kvøld at vinna ímóti Spania, og tað eydnaðist ógvuliga fokuseraða danska liðnum at vinna við framúr verjuspæli og sera tilvitaðum og tolnum álopsspæli.

Eftir at tað fyrstu løtuna gekk javnt á, eydnaðist tað Danmark at vinna leiðslu upp á tvey og trý mál, og Danmark megnaði støðugt at varðveita leiðsluna. Úrslitið var 25-22.

 

Undan hesum síðsta dystinum í innleiðandi umfarinum hevði landsliðsvenjarin Nikolaj Jacobsen gjørt av at skifta eykamannin Peter Balling inn á høgra bakkplássið. Tað eydnaðist framúr væl. Óroyndi maðurin var alla tíðina við í álopsspælinum, og eftir síðsta bríksl varð hann kosin at vera dagsins maður.

 

Ungarn er varpað úr kappingini, og hini trý londini í bólki D – Spania, Tjekkia og Danmark – halda fram við tveimum stigum í part

Í bólki C vóru úrslitini í kvøld Týskland - Makedonia 25-25 og Montenegro – Slovenia 19-26. Montenegro er varpað úr kappingini. Makedonia heldur fram við trimum stigum, Týskland við tveimum stigum og Slovenia við einum stigi.

 

Í morgin verður farið undir miðumfarið.

Tá sær skráin soleiðis út í bólki 1:

Serbia -  Noreg kl. 17.15

Kroatia – Hvítarussland kl. 19.30

 

Danmark skal í bólki 2 spæla ímóti Slovenia fríggjadagin, Týsklandi sunnudagin og Makedonia mikudagin.