Danska Heilsustýrið boðar í dag frá, Danmark fer at fáa 900.000 fleiri skamtar av vaksinu frá Pfizer, er ætlanin var, at Danmark skuldi fáa fram til summar.
Ein høvuðsorsøk til tað er, at Pfizer nú fær framleitt meira vaksinu enn at byrja við.
– Hetta hevur við sær, at vit vænta at kunna koppseta øll fólk, sum ynskja tað, áðrenn 27. juni, sigur Søren Brostrøm, stjóri í Heilsustýrinum.
Føroyar fáa sín lutvísa part av vaksinuni, sum Danmark fær, og tí fær hetta eisini ávirkan á koppsetingina í Føroyum.











