Danmark er heimsmeistari eftir enn eitt sannførandi avrik

Danmark fekk enn ein greiðan sigur í HM-finaluni móti Noregi

Danmark - Noreg 31-22 (18-11

 

Í eini fullari høll í Herning, leiktu Danmark og Noreg HM-finalu í hondbólti í dag.

Í morgun gjørdist greitt at føroyski Jóhan á Plógv Hansen fór ikki at vera partur av finaluni, men hann kundi síggja liðfelagarnar hjá sær fremja enn eitt ótrúligt avrik í finaluni.

Dysturin var bert javnur tað fyrstu løtuna, tí sum fyrri hálvleikur leið, so gjørdist góðskan í danska spælinum bara betri og betri.

 

Málini komu av øllum plássum hjá danum, meðan norðmenn mest dúvaðu upp á Sander Sagosen og veingirnar at koma við málum. Danska verjan las hetta væl, og í samstarvi við Niklas Landin í málinum, megnaði hon at halda norðmonnum frá stórum møguleikum.

 

Í seinastu sekundunum av fyrra hálvleiki meddaði Rasmus Lauge bóltin í norska málið, so at hálvleiksstøðan gjørdist 18-11 til Danmark.

Eitt framúr gott útgangsstøði til seinna hálvleik, og Niklas Landin byrjaði eisini við enn einari bjarging alt fyri eitt, og sendi eitt skjótálop til Lasse Svan á høgra vongi.

 

Allur ivi var nú skúgvaður til viks. Norðmenn høvdu ikki loyst trupulleikarnar hjá sær í steðginum, og danir slakaðu ikki eina løtu. Munurin vaks, og fulla danska høllin kundi hugna sær uttan ringar nervar allan seinna hálvleik, har tað bert var bíðað eftir tíðini so at danir kundu kalla seg heimsmeistarar.

 

Munurin vaks og vaks, og Jóhan á Plógv og allir hinir áskoðararnir sóu lið sítt leggja seg tíggju mál fram um tá ið eitt korter restaði í. Niklas Landin helt fram at læsa málið, og norðmenn fingu, eins og føroyingar í heyst, at kenna, hvussu ørkymlandi tað er at spæla móti Danmark í hesum tíðum. Tí Danmark setti eina tjúkka striku undir, at danska landsliðið er tað besta í hondbólti í løtuni - og helst eisini millum tey bestu landsliðini nakrantíð.

 

Seinastu tíggju minuttirnar vóru allir danskir eykaleikarar skiftir inn fyri at sleppa at taka lut í stuttleikanum, og við úrslitinum 31-22 rann tíðin út, og Danmark kundi hátíðarhalda ósvitaligu avgerðina - at Danmark er heimsmeistari í hondbólti 2019