Tann danska stjórnin fer at senda mentamálaráðharan, Uffe Elbæk, til EM-endaspælið í fótbólti í Ukraina í summar, og Danmark verður sostatt ikki teirra millum, sum boykotta EM-kappingina í Ukraina orsakað av málinum um Julia Timosjenko.
Tað staðfesti Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, aftan á ein fund við uttanríkispolitisku nevndina hjá Fólkatinginum í dag. Á fundinum høvdu Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharri, og Per Stig Møller, fyrrverandi uttanríkisráðharri, mælt stjórnini til boykott. Men tað fer stjórnin ikki at gera.
-Vit eiga at gera alt, sum vit kunnu gera fyri at styðja okkara landslið. Tí er tað okkara hugsan, at mentamálaráðharrin fer til EM sum ætlað. Okkara grundsjónarmið er, at vit eiga ikki at blanda politikk og ítrótt saman, segði forsætisráðharrin.