Stjórnin skjýtur upp at taka burtur niðara markið fyri løgfrøðiligum kynsskifti.
Tað sæst í nýggju LGBT+-ætlanini, sum varð almannakunngjørd í dag, skrivar Jyllands-Posten.
Sambært blaðnum kann tað fara at merkja, at donsku reglarnar á økinum verða tær mest víðgongdu í Evropa.
Eitt juridiskt kynsskifti merkir, at viðkomandi skiftur kyn í p-tals skrásetingini. Við uppskotinum hjá stjórnini fer at bera til at fremja løgfrøðiligt kynsskifti hjá børnum niður til 0 ár.
Sambært uppskotinum skalt tú hava samtykki frá foreldrunum, um tú ert undir 15 ár.
Javnaðarstjórnin í Danmark hevði sama uppskot fyri tveimum árum síðani. Stuðulsflokkarnir stuðlaðu lutvíst uppskotinum tá, men ikki allir vóru sinnaðir at fara líka langt.
Síðani kom Det Etiske Råd til ta niðurstøðu, tá Fólkatingið gjørdi av at ráðføra seg við ráðið: Tey mæltu til at seta aldursmarkið niður til 10-12 ár.
– Tað má metast at vera ivasamt, um børn fyri kynsbúningarárini ikki megna at skilja grundleggjandi orsøkirnar til og meta um avleiðingarnar av eini møguligari broyting av løgfrøðisligum kyni.
– Ein slík støðutakan krevur eitt ávíst av búnaskapi og tilvitsku. Vit mugu halda, at einki forskúlabarn sjálvt kann formulera eitt ynski um at skifta løgfrøðiligt kyn, skrivaði ráðið tá.
Í løtuni eru aldursmarkið 18 ár.
Vegna uppskotið frá Etiska Ráðnum dró Javnaðarflokkurin lutvíst í land og kravdi, at fleiri viðurskiftini skuldu endurumhugsast.
Nú hevur stjórnin snarað 180 stig og skjýtur aftur upp at taka niðara aldursmarkið burtur.
Tey Konservativu eru loddrætt ósamd, sigur framsøgufólkið í javnstøðumálum, Birgitte Bergmann, við Jyllands-Posten.
Hon heldur, at børn skulu sleppa at vera børn, og at tú ikki er nóg gamal at skifta kyn, um tú ikki ein gong fært loyvi sjálvur at gera av, nær tú skalt í song.
Stjórnin ætlar at leggja lógaruppskotið fram í oktober.
/ritzau/










