Í gjárkvøldið var heiðurstiltakið í enskum tónleiki, Brit Awards.
Stóri vinnarin á kvøldinum var songkvinnan Adele, sum eitt nú vann heiðurslønir fyri at verða Ársins listafólk og fyri at hava gjørt ársins sang, sum var Hello.
Ein av gestunum á Brit Awards var føroyski tónleikarin Dánjal Rói Olsen, sum brúka listarnavnið Dan Olsen. Dánjal Rói arbeiðir við egnum tónleiki uttanlands og er á veg fram.
Dánjal Rói hitti á Brit Awards millum annað Brooklyn Beckham, sum er sonur fótbóltsspælaran David Beckham og Spice Girls songkvinnuna Victoria Beckham, sum tað sæst á myndini omanfyri.

Dánjal Rói og sonur Beckham á Brit Awards





