Dánjal hevur útgávukonsert

Dánjal á Neystabø hevur havt úr at gera hesa vikuna og leygardagin verður útgávukonsert í Fuglafirði.

Dánjal á Neystabø hevur havt úr at gera hesa vikuna og leygardagin verður útgávukonsert í Fuglafirði.

 

Dánjal á Neystabø hevur í hesum døgum havt vitjan av norðurlendsku manningini í bólki sínum, ið nevnist Dánjal.

 

 

Saman hevur manningin ferðast kring landið, eittnú á skúlum, og havt konsert. Eisini hava tey vant nýggj løg og hava eisini tikið tónleik upp.

 

 

Mánadagin byrjaði ferðin hjá teimum við konsert fyri næmingum í Vágs Skúla. Bólkurin nýtti høvi, tá vitjað varð í Suðuroynni, at nýta seinnapartin at venja í.

 

 

Á myndini sæst bólkurin venja í tónleikastovuni í Vágs Skúla: frá vintru Per Erik Olevik (fremst), Kim Rafael Nyberg, Angelika Nielsen, Dánjal á Neystabø og Ulrik Brohuus Petersen.

 

 

 

Leygarkvøldið 22. februar kl. 20.00 verður Mentanarhúsið karmur um eina serstaka útgávukonsert við Dánjali. Við sær til Fuglafjarðar hetta kvøldið, hevur hann sín egna bólk, ið er mannaður av: Dánjal á Neystabø, Stephen Siben, Annika Jessen, Kim Rafael Nyberg, Per Erik Olevik og Ulrik Brohuus Petersen. Hetta er eisini einasta almenna konsert hjá Dánjal í Føroyum á hesum sinni.

Góð upphiting er sjálvandi eisini á skránni, tí eingin minni enn Lover Lover leggja út við sínum balladum, áðrenn Dánjal fer á pallin. Dyrnar lata upp kl. 20.00 og Lover Lover fara á pallin kl. 20.30. Nýggju løgini hjá Dánjal kunnu hoyrast á www.danjal.net Atgongumerki fáast  á www.ebillett.fo Bussur koyrir úr Tórshavn til Fuglafjarðar og til Tórshavn aftur, í samband við konsertina. Bussurin koyrir frá Vágsbotni kl. 19.00 og er í Vágsbotni aftur kl. 01.00.