Donsku bløðini eru á tremur av sigrinum hjá dønum á russum í íshockey, hóast talan bert var um ein veningardyst. Danir vunnu 3-2. Tað var bert ein venjingardystur við fleiri eykaleikarum á báðum liðunum, men Danmark hepnaðist at vinna dystin 3-2 á 22. faldaðu russisku heimsmeistarunum.
Hóast nógvu eykaleikararnar vóru kortini tveir heimsmeistarar frá 2008 við á russiska liðnum, umframt nakrir av evnaríkastu leikarunum í landinum, sum vunnu heimsmeistaraheitið fyri juniorar fyri einum mánaði síðani.
Íshockey er ikki nøkur stór itróttagrein í Danmark, men landið eigur nakrar ungar og evnaríkar leikarar, ið leika í amerikansku kappingini og standa seg væl. Eingin teira var tó við í hesum venjingardystinum, skrivar Politiken.