Danir vraka stjórnarsamgonguna

Hevði fólkatingsval verið í dag, hevði tann borgarliga andstøðan vunnið ein greiðan sigur, og orsøkin er, at sosialdemokratarnir høvdu fingið ein frammaná, meðan Vinstri hevði havt framgongd.

Tað sæst í einari kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau. Hon vísir, at sosialdemokratarnir høvdu fingið 20,5 prosent av atkvøðunum nú ímóti 24,8 prosentum á valinum í síðsta mánað. Hinvegin hevði Vinstri fingið 31,3 prosent, um val hevði verið nú, ímóti 26,7 prosentum av valinum í september.

Samanlagt vísir kanningin, at verandi stjórnarsamgonga hevði fingið 81 fólkatingslimir nú, og at andstøðan hevði fingið 94. Sambært Ritzau er hetta fyrstu ferð í 20 ár, at ein stjórn hevur mist meirilutan millum veljararnar longu ein mánað aftan á valið.