Danir vilja hava smærri skúlaflokkar

Nú er nóg mikið við ovurfyltum floksstovum! Hetta siga donsk skúlafólk og politikar. Tí eigur mest loyvda næmingatalið at vera 22 og ikki 28, sum tað er í dag. Nú er nóg mikið við ovurfyltum floksstovum, har lærarin brúkar mestsum alla tíðina at fáa frið í flokkin og ov lítla tíð til tørvin hjá einstaka næminginum. Tí eigur mest loyva næmingatalið at vera 22 og ikki 28, sum tað er í dag.

- Tað er heilt ótopiskt at halda, at ein lærari við 25-28 næmingum í flokkinum røkkur at taka atlit til hvønn einstakan og hava eina næmingatillagaða undirvísing, sum er kravið í dag, siga røddir fyri politiskar flokkar í Danmark.

Í miðal er næmingatalið í hvørjum flokki umleið 20, men serliga í býunum er næmingatalið nógv hægri enn 20.

Á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, er støddin á flokkum til viðgerðar.

- Størri ein flokkur er, størri er vandin fyri, at tað gongur galið, at børnini fáa strongd og happa hvønn annan, og at lærarin missir tamarhaldið, sigur John Aasted Halse, barnasálarfrøðingur.

- 18-22 næmingar er tað besta sambært fleiri kanningum, sigur Per Kjeldsen, leiðari av námsfrøðiliga tankatankanum Sophia.