Flestu danir eru sinnaðir at eta rossakjøt. Í einari kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri danska kringvarpið, siga 55 prosent av teimum spurdu, at tey eru sinnað at eta rossakjøt, bara vørulýsingin uttan á pakkanum er røtt.
Bara 25 prosent siga, at tey vilja ikki eta rossakjøt.
Síðani orðaskiftið um rossakjøt í summum lasanjum tók seg upp, hava fleiri víst á, at etiskt er tað ikki rætt at eta kjøt av rossi. Men í kanningini hjá DR siga 70 prosent, at eftir teirra tykki er tað etiskt í lagi at eta rossakjøt.
Tað eru serliga menninir, sum halda tað vera í lagi at eta rossakjøt.










