Eitt ár aftaná, at ein yvirgangsmaður skakaði donsku tjóðina og drap tveir persónar í Keypmannahavn, stúra danir enn um, at eitt nýtt álop er ávegis. Tað vísir ein nýggj kanning hjá Megafon, ið er bíløgd av TV2 og Politiken.
Kanningin vísir, at seks út av tíggju dønum vænta eitt nýtt yvirgangsálop í Danmark innan tað næsta árið, og er tað umleið sama úrslit, sum tá Megafon gjørdi eina líknandi kanning stutt eftir yvirgangsálopið.
Óttin tykist tó ikki at forða dønum í at liva sítt lív sum áður. Í kanningini svara nevniliga einans 12 prosent, at tey hava broytt atferð, og eru vorðin meira varin í almenna rúminum, sum ein avleiðing av álopinum.

Ein minnispláta varð fyrradagin avdúka uttanfyri sýnagoguna, har Dan Uzan varð dripin. Mynd: Polfoto.
Danir vænta eitt nýtt yvirgangsálop