Danir skulu megna meiri enn nakar annar

Higartil hevur eingin megnað at skora mál ímóti Onglandi, ið verður roknað at vera favorittur á Wembley

mynd: polfoto

Í kvøld klokkan 20 verður fyrsta bríksl á Wembley, har Ongland og Danmark tørna saman í kapping um, hvat av hesum liðunum sunnukvøldið skal spæla finalu ímóti Italia í EM endaspælinum.

 

Veddingarfeløgini rokna Ongland at vera greiðan favoritt, og tølini siga, at um tað skal eydnast Danmark, so skulu danir megna tað, sum eingin higartil í hesum EM endaspælinum hevur megnað.

 

Ongland hevur spælt fimm dystir, vunnið allar, og málmunurin er 8 – 0.

 

Eftir skelkandi og trilvandi byrjanina, tá ið Christian Eriksen varð raktur av hjartatilburði, og Danmark tapti 1-0 ímóti Finnlandi og 2-1 ímóti Belgia, glapp tað av álvara. Danmark vann 4-1 ímóti Russlandi, 4-0 ímóti Wales og so síðsta leygardag 2-1 í fjórðingsfinaluni ímóti Kekkia í Baku.

 

Fótbóltsfepurin er høgur bæði í Onglandi og í Danmark. Tað verður roknað við, at tað í kvøld fara at vera metnógv, sum fara at fylgja við, bæði í Danmark og Onglandi, tá ið stríðið á Wembley verður um rættin at spæla sunnukvøldið á Wembley ímóti Italia.

 

Danmark og Ongland hava 21 ferðir dystast í fótbóltslandsdysti. Ongland hevur vunnið 12 ferðir, Danmark hevur vunnið fýra ferðir, og fimm ferðir er tað endað javnt.

 

Serliga minnisríkir eru dystirnir í EM undankappingini 1982 og 1983, tá ið tað varð kappast um at sleppa í EM endaspælið í Fraklandi í 1984.

 

Fyrri dysturin var í Ítróttarparkini 22. september 1982. Úrslitið var 2-2, og tað, sum ofta verður tikið fram, var støðan, tá ið Jesper Olsen fram ímóti dystarenda sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann setti bóltin framvið Peter Shilton og í málið.

 

Seinni dysturin var á Wembley 21. september 1983, tá ið Danmark við 1-0 sigri fyri fyrstu ferð yvirhøvur tryggjaði sær pláss í einum endaspæli. Allan Simonsen skoraði málið við brotssparki.

 

Í fjør hittust Danmark og Ongland tvær ferðir í UEFA Nations League. Í Danmark endaði tað málleyst, og í Onglandi vann Danmark 1-0. Christian Eriksen skoraði málið við brotssparki.

 

mynd: polfoto