Marjun Dalsgaard
???????????????
Ein fær hug til at siga tað, sum amerikanski forsetin, George W. Bush royndi at siga í filminum Fahrenheit 9/11: "Fool me once, shame on you - fool me twice, shame on me".
Eru vit veruleiga lumpaði av dønum í fleiri umgangum? Er tað so galið, at Danmark hevur snýtt, villeitt og logið fyri einum stórum parti av heiminum í tíðarskeiðinum 1945-1954?
Frágreiðingin hjá starvs-bólkinum, sum Útnorður-bólkurin setti niður fyri tveimum árum síðani at kanna fólkarættarligu støðuna hjá grønlendingum og føroyingum, letur upp eina nýggja dimensjón í søguligu gongduni, nevniliga, hvat danir hugsaðu, tá teir tóku stig til ymisk politisk tiltøk, og hettar er ikki altíð nøkur vøkur sjón, heldur Ole Espersen, professari í jura og fyrrverandi løgmálaráðharri hjá danska Javnaðarflokkinum. Hann hevur verið við í arbeiðs-bólkinum hjá Útnorður-bólkinum og skriva inngang og niðurstøðu í frágreiðingini, "The Right To National Self-Determination - Faroe Islands and Greenland". Hann heldur, at serliga avdúkingarnar, av dubultmoralinum hjá døn-um í ST og viðferin av grønlendingum er forkastilig og eigur at fáa avleiðingar fyri nútíðar støðu Grønlands í ríkisfelagsskapinum.
Søgan avgerandi
Endamálið við frágreiðingini "The Right To National Self-Determination - Faroe Islands and Greenland" er at lýsa fólkarættin hjá føroyingum og grønlendingum og endaliga gera av, um vit eiga sjálvsavgerðarrætt ella ikki. Ein partur av hesum arbeiði, at lýsa fólkarættarligu støðuna var, at gera eina søguliga lýsing av teimum viðurskiftum, sum liggja til grund fyri ríkisrættarligu støðu Grønlands og Føroya í dag.
Sambært arbeiðsbólkinum eru umstøðurnar fyri, hvussu Føroyar og Grønland hava fingið sína ríkisrættarligu støðu, avgerandi fyri, um vit hava sjálvsavgerðarrætt.
Í hesum sambandi hava Maria Amalia Heinesen og Halla West funnið fram eina rúgvu av skjølum á Ríkisarkivinum í Keypmannahavn, sum ikki hava verið frammi fyrr. Serliga tá tað kemur til Grønland, hevur Danmark villeitt, snýtt og logi fyri ikki at missa stýringina av landinum, vísa hesi skjølini.
Í mun til Føroyar broytir hetta ikki søguligu gongdina, sum vit kenna hana, men vit fáa innlit í, hvørjir tankar og strategiir lógu aftanfyri tey stigini, sum danska stjórnin tók, millum annað í sambandi við at viðurkenna føroyska flaggið, føroyska málið og innføra heimastýriðslógina.
Peningaligt trýst
Eingin ivi er um, at Føroyar og Grønland hava havt sera stóran politiskan týdning fyri Danmark. Donsku politikarirnir fóru langt fyri at ikki missa valdið yvir londunum vísa skjølini, sum nú eru funnin fram ? ov langt í nøkrum førum. Brøv og fundarfrásøgnir vísa, hvussu danir spekuleraðu í peningaligum og politiskum strategium, fyri at halda fast í Føroyum og Grønlandi, og at teir ferð eftir ferð skúgva serliga grønlendsk áhugamál til viks til frama fyri síni egnu.
Í báðum førum hevur Danmark lagt peningaligt trýst á tey komandi heimastýrini. Í føroyska førinum, síggja vit, hvussu danir tilvitað spekulera í at flyta politiskt fokus frá tí tjóðskaparliga til tað sosiala øki og soleiðis tengja Føroyar at sær fíggjarliga og deila føroysku flokkarnar í stríðnum fyri loysing.
Niels Arup, skrivari fyri forsætisráðharran Knud Kristensen, skrivar sostatt í einum fylgiskjali til eitt útkast til lógaruppskot um Føroyskt sjálvstýri februar 1946, at
"...Grænserne for selvstyre søges i praksis. Færinger skal selv betale for deres egne anliggender, hvilket må formodes at indeholde en vis bremse på deres ønsker om alt for kraftigt at udvide området for særanliggender.
(....)
Den danske bevillingsmyndighed er også egnet til at medvirke ved en omstilling af den færøske politik fra et nationalt til et socialt plan, idet bevillinger til færøske offentlige formål kan gives Lagtinget med en så vid bemyndigelse til administration af disse midler, at sagene kan blive genstand for kamp."
Tað er sum so einki løgi í, at Danmark leggur ætlanir fyri, hvussu Føroyar verður hildið í einum ávísum bandi, men tað er atfinningarsamt, at danir ignoreraðu fólkaatkvøðuna, sigur Ole Espersen, sum tó ikki heldur at danir veruliga kunnu lastast fyri nakað nýtt, sum er komið fram í sambandi við Føroyar. Hetta er politiskt spæl í sakleysa endanum samanborið við onnur hjálandastríð. Sostatt skýtir Arup eisini upp at deila út riddarakrossar til føroyingar og at skipa fyri ferðum til Danmarkar fyri skúlabørn fyri at vinna eitt sindur av vælvilja frá føroyingum.
Hinvegin hevur Danmark tilvitað villleitt bæði grønlendska Landsráðið og ST í sambandi við at Grønland kom inn í danska ríki. Atkvøtt ímóti reglum í ST, sum kundu betra um rættindi hjá grønlendingum og forsømt at liva upp til rættindi hjá Grønlandi sambært grein 73 í ST sáttmálanum,
Grønland hjáland
Eftir annan verðaldarbardaga var eitt av høvuðsmálunum hjá ST felagsskapinum at geva hjálondum antin sjálvræði ella rættindi á jøvnum fóti við tað landið, sum hjálandi hoyrdi til.
Limalondini í ST vórðu tískil áløgd at melda síni hjálond til ST um tey ikki høvdu nakað sjálvstýri. Ymisk skjøl vísa, at Danmark í fyrstu atløgu legði eina ætlan at sleppa sær undan at seta Grønland á hendan listan. Ætlanin var at siga, at donsk áhugamál í Grønlandi aleina vóru at menna landi, og við at vísa á, at Danmark ikki hevði havt nakran fíggjarligan ágóða av Grønlandi í meiri enn 100 ár. Hetta kundi tó ikki verjast og danir broyttu tískil ætlan og Grønland kom á listan hjá ST yvir hjálond í 1946.
Sambært grein 73 í ST sáttmálanum hevði Grønland nú rættin til loysing við hjálp frá Danmark, so tað kláraði seg aftaná loysingina. Harumframt tryggjaði grein 73 aðrar loysnir við víðari sjálvstýri, enn landið hevur í dag, ella Grønland kundi velja at knýta seg tættari at Danmark og gerast ein partur av ríkinum.
At Grønland var á listanum hjá ST kom illa við hjá Danmark. Hetta hevði við sær, at frágreiðingar skuldu gevast felagsskapinum viðvíkjandi ymiskum økjum í landinum. Støðan var ikki so góð, sum tað hevur verið sagt her. Fólkið var fátækt og tað var langt frá javnrættini millum danir og grønlendingar í Grønlandi, hóast hetta eisini er álagt í grein 73. Í hesum sambandi hevur Danmark givið "sminkaðar frágreiðingar" verður sagt í kanningini. Mininnguaq Kleist leggur somuleiðis upp til at danir høvdu áhugamál, sum umfataðu USA í Grønlandi.
Grønland partur av danska ríkinum
Tískil fingu danir við skundi limað Grønland inn í danska ríki 1953. Ístaðin fyri at gera eina fólkaatkvøðu í Grønlandi, skuldi Landsráðið einsamalt taka avgerðina, uttan tó at hava fingið teir neyðugu upplýsingarnar um grønlendsku rættindini sambært ST sáttmálanum. Landsráðið umboðaði tá bert vestur- og suðurstrondina, og hartil var tað valt uttan at veljarirnir vistu, at hendan støðan fór at taka seg upp. Ráðið hevði tí ikki mandat til at taka eina slíka avgerð, skrivar Mininnguaq Kleist í síni grein um skjølini viðvíkjandi Grønlandi. Hann leggur eisini dent á, at landið varð avbyrgt og politikarirnir einans høvdu danskar embætismenn at hjálpa sær, eins og ráðið hevði danskan formann, sum tó ikki atkvøddi. Alt hetta merkir, at danir kundu halda upplýsingum aftur viðvíkjandi rættindum hjá Grønlendingum ? og tað gjørdi teir eisini er niðurstøðan hjá Kleist. Hetta sæst millum annað av, at grønlendingar einans fingu tvey í at velja: Antin at teir gjørdust ein partur av Danmark, ella skuldu loysa frá Danmark. Frá fundarfrásøgnum sæst, at grønlendingar hildu, at um teir valdu loysing, skuldu teir sigla sín egna sjógv uttan nakran fíggjarligan stuðul frá Danmark, og tí helst ikki hava verið kunnaðir um tað ábyrgd, sum Danmark hevði sambært grein 73. Landið, sum var fátækt og rakt av umfarssjúku í fleiri umgangum hevði ongan møguleika at klára seg uttan stuðul frá Danmark.
Grønlendska Landsráðið hevði tískil ikki nakað veruligt val, tá tað skuldi taka støðu til, um Grønland skuldi taka við donsku grundlógini. Landsráðið fekk tríggjar dagar at umráða seg í. Hetta eftir at Danmark hevði fyrireika seg í tvey ár.
Steðgaðu frágreiðingum
Tá Grønland varð innlimað í danska ríki, gavst Danmark við at geva frágreiðingar til ST um støðuna í Grønlandi við tí grundgeving, at Grønland ikki longur var eitt hjáland.
Í ST fullu atfinningar frá fleiri londum, tí danir ikki høvdu spurgt grønlendingar við eini fólkatkvøðu.
India ynskti at senda ein bólk av eygleiðarum til Grønland, men hetta varð noktað. Grikkaland helt, at orsøkin til, at Danmark ikki vildi hava óheftar eygleiðarar til Grønlands kundi vera, at Landsráðið ikki varð upplýst um øll rættindi hjá grønlendinum, og hetta er júst tað, sum innanhýsis donsk skjøl vísa.
Danmark tók ymisk stig til at sannføra ST um, at alt var gingið rætt fyri seg og somuleiðis at Danmark tí ikki longur skuldi senda inn frágreiðingar um grønlendsk viðurskifti. Innanhýsis skjøl vísa, at danir avtalau at innlimanin skal síggja so løtt út sum gjørligt, fyri at tað skuldi tykjast sannførandi, at hetta var ynski hjá grønlendingum, og at teir spekulera í, at fáa grønlendingar at siga, at teir er glaðir og at Danmark ikki nýtist at geva frágreiðing um umstøðurnar í landinum. So varð og eittt serliga sigandi skjal um hugburðin er ein áminningareseðil hjá dananum Hermod Lannung, sum bæði vísti ein feril av strategiskari rasismu, lygnir um javnrættindi millum danir og grønlendingar, og um at grønlendingar eru vorðnir eitt blandað skandinaviskt-eskimoiskt fólkaslag nú og tískil kendu seg alt meira sum danir.
Hann skrivar her, at hann skuldi minnast at: Nevna "blóðblandingina", vísa á stóra offurviljan frá danskari síðu, at hann skuldi umhugsa hvørji grønlendsk umboð skuldu við: "de skal helst se lidt grønlandske ud" og at enda "forberede den udtalelse som de grønlandske repræsentanter skal avgive".
Kleist kemur til ta niðurstøðu, at hetta merkir, at danir hava havt stóra ávirkan á, hvat grønlendingar søgdu, og at ein við rætta kundi seta spurnartekin við, um meiningarnar hjá grønlendsku umboðunum vóru galdandi fyri flestu grønlendingar.
Sjálvsavgerðarrættur
Hava vit sjálvsavgerðarrætt? Hetta er eitt óklárt umráði, sum hendan kann-ingin lýsir, tó er svarið ikki heilt eintýðandi, men tykist heldur at vera ein spurningur um tulking. Niðurstøðan er, at Føroyar og Grønland koma ikki undir grein 73 í ST sáttmálanum og hava tí ikki tey rættindi, sum hesi lond hava, harímillum rættin til at velja loysing. Hinvegin eru londini geografiskt, mentunarliga og málsliga eitt fólk við klárum marki mótvegis umheiminum, og hetta talar fyri, at londini eru serstakar tjóðir. Haraftrat hava londini aldrin lima seg inn í Danmark av fríum vilja er niðurstøðan.
Óle Espersen er ikki í iva, um at grønlendingar og føroyingar eru eitt fólk við sjálvsavgerðarrætti, men at hetta ikki er ein rættur, sum nakar kann gera krav um nakra staðni. Av tí sama kunnu vit ikki krevja loysing, um tað óhugsandi skuldi hent, at Danmark segði nei til at Føroyar loystu hóast ein fólkatkvøða vísti eitt klárt fleirtal í dag. Tó eru nógv argument fyri, at vit eiga rættin til at ráða okkum sjálvi og umboða okkum sjálvi í altjóða høpi, og hesi kunnu framførast við vón um, at tað førir til eina semju við Danmark í eini tílíkari støðu. Hann heldur harumframt, at Danmark etiskt og moralskt hevur eina skyldu til at hjálpa føroyingum og grønlendinum til eina lívføra loysing, um so er, at at eitt flerital yvskir hetta í sambandi við einari fólkaatkvøðu.
Men hvat skulu vit við einari tílíkari kanning, tá Danmark fleiri ferðir hevur sagt, at um føroyingar ynskja loysing kunnu teir bara loysa? Sjúrður Skaale, sum hevur staðið á odda fyri arbeiðinum sigur, at frásøgning gevur greiðu á hvørji rættindi vit hava, og er tí eitt nógv betur grundarlag fyri at samráðast við danir.
Ole Espersen, leggur dent á niðurstøðuna hjá Boga Eliasen í greinini: "Non-Sovereign Polities and Their Access to the International Community" har hann kemur fram til, at Danmark í veruleikanum ikki hevur nakra góða grund til at sýta fyri, at føroyingar umboða seg sjálvar í altjóða høpi, á umráðum, sum eru av týdningi fyri føroyingar.
- Der er gode argumenter her, der er andre selvstyrende lande, der repræsenterer sig selv, derfor kan færinge sige: De kan, hvorfor kan vi ikki? Den Internationale Hvalfangst Komiteé er et godt eksempel på, at færinge ikke må repræsentere sig selv i en sammenhæng, hvor der er modstridende interesser mellem Danmark og Færøerne, sigur Ole Espersen.
Grundgevingin hjá donsku stjórnini hevur verið, at um Føroyar og Grønland umboða seg sjálvi í altjóða høpi verður Drotningina deilt í trý, men Danmark hevur longu lagt so mikið av valdi í ES, at har er eingin eind, at koyra í trý, er ein niðurstøða hjá Boga Eliasen.
Keldusavn og vísund
Útnorðurbólkurin hevur givið eina frágreiðin út í tveimum bókum. Onnur er á donskum og er eitt keldusavn af skrivligum frásøg-num av skjølum, sum ikki hava verið frammi fyrr, og hin "The Right To National Self-Determination" er ein ástøðilig viðgerð á enskum av ymiskum evnum, sum lýsa fólkarættarligu støðu Grønlands og Føroya í altjóða høpi, søguliga, løgfrøðiliga og politiskt.
Sjúrður Skaale, skrivari hjá Útnorðurbólkinum, varð settur at leiða arbeiði og hevur eisini sett arbeiðsbólkin. Hann sigur, at kanningin er politiskt óheft og lýsir eitt øki, sum vit ikki hava havt nakra ítøkiliga vitan um og betrar tí munandi um grundarlagið fyri samráðingum við danir. Fleiri norðurlendskir serfrøðingar innan fólkarætt: Danin Óli Espersen, íslendingurin, Gudmundur Alfredsson og finnin, Lauri Hannikainen hava verið við til at skriva frágreiðingina, harumframt hava Kári á Rógvi, Bogi Eliasen og Bjørn Kunoy úr føroyum skriva greinar í bókina, um-framt Sjúrða Skaale. Úr Grønlandi er Mininnguaq Kleist, sum hevur lisi politiska filosofi.
Keldusavnið er mótsatt ensku útgávuni ikki eitt vísindaligt avrik. Mininnugque Kleist skrivar sostatt í eini notu, at hansara gjøgnumgongd í keldu-savninum av grønlendsku skjølunum ikki skulu síggjast sum eitt vísindaligt avrik, men sum politiskar og etiskar viðmerkingar frá einum, men hetta er ikki galdani fyri hansara grein í "The Right To National Self-Determination". Annfinnur í Skála kallar somuleiðis sína gjøgnumgongd av skjølunum eina perspek-tivering.
Hallbera West og Maria Amalia Heinesen hava savnað inn tilfarið til søguligu lýsingina av evninum. Vegna tíðarneyð er tíðarskeiðið avmarkað til at handla um Føroyar frá 1945 til 1948, frá 2. verðaldarbardagi endaði til heimastýrið var innført, og um Grønland frá 1946 til 1954 við denti á, at Grøn-land var innlimað í Danmark og frágreiðingarnar hjá Danmark til ST viðvíkjandi Grønlandi. Keldurnar tosa fyri seg sjálvar, og tú kanst gera upp við teg sjálvan, um danir veruliga so smidliga hava snýtt nærum allan heimin í 1945 til 1954 við at lesa tær.