Næstformaðurin í Vinstra, føroyskt gifti Lars Løkke Rasmussen, er ikki longur so upplagdur eftirmaður hjá Anders Fogh Rasmussen sum forsætisráðharri í Danmark Til fyri kortum hevur so at siga ongin dani sett spurnartekin við Lars Løkke Rasmussen sum eftirmann hjá Anders Fogh Rasmussen sum forsætisráðharra í Danmark.
Soleiðis er ikki longur. Ein meiriluti upp á 54,5 prosent halda hann vera óegnaðan til starvið, meðan 31,6 meta hann vera egnaðan.
Tølini koma fram í eini veljarakanning, sum Rambøll Management hevur gjørt fyri Jyllands-Posten í tíðarskeiðnum 7.-10. apríl.
Lars Løkke Rasmussen hevur verið fyri hørðum atfinningum frá serliga Sosialdemokratunum orsakað av óskili í pengaskjølum frá tíð hansara sum innaríkis- og heilsumálaráðharri.
Sjálvur vil Lars Løkke Rasmussen, ið hevur føroyska konu, ikki gera viðmerkingar til kanningina. Politiska framsøgukvinnan úr Vinstra, Inger Støjberg, heldur tað vera djúpt órættvíst, at smá mistøk og gloymska í ráharraskrivstovuni hjá Løkke kasta skugga á politisku úrslit hansara.
Stjøberg heldur herferðina móti floksfelaga hennara vera eitt lágpunkt í donskum politikki.
»Tað er politisk smáligheit, tí í veruleikanum hava tað bert verið mistøk í fýra út av 1.000 skjølum,« sigur framsøgukvinnan hjá Vinstra við Politiken.