Løgmaður og Nyrup hittast á fyrsta sinni um ríkisrættarliga spurningin í mars. Men hetta merkir ikki, at hol verður sett á samráðingarnar longu tá.
Hetta ger kunningarráðgevin hjá danska forsætisráðharranum okkum greitt. Hann sigur, at Poul Nyrup Rasmussen fegin vil hitta landsstýrið á einum innleiðandi fundi í mars, har eitt útspæl frá landsstýrinum verður lagt fram. Men danska stjórnin ætlar sær ikki at samráðast um hetta útspæl fyrr enn hon hevur fyrireikað seg væl og virðiliga.
Kunningarráðgevin hjá forsætisráðharranum segði seg ikki kunna siga, hvussu langa tíð danska stjórnin fer at krevja til at fyrireika seg í. Tó hava danskir fjølmiðlar áður nevnt eitt tíðarskeið á fýra vikur.
Partvís kunnaðir
Danskir politikarar standa kortini ikki heilt á berum, nú samráðingarnar við føroyingar um ríkisrættarligu støðuna nærkast. Í seinastu viku fingu allir fólkatingslimir nevniliga ein samandrátt av stevnumiðum landsstýrisins í fullveldismálinum.
Hesin átta síðu langi samandrátturin inniheldur eitt yvirlit yvir málini hjá landsstýrinum, eina frágreiðing um framferðina hjá landsstýrinum í fullveldismálinum og at enda ein kapittul um støðið undir politisku tilgongdini.
Í kapitlinum um framferðina í politisku tilgongdini verður greitt frá fullveldisætlanini sum politiskt mál, frá neyðugu fyrireikingunum, hvussu samráðingarnar við donsku stjórnina skulu fara fram og at enda, hvussu endliga fólkaræðisliga avgerðin verður tikin.
Í kapitlinum um støðið undir politisku tilgongdini verður greitt frá viðurskiftunum millum Føroyar og Danmarkar somuleiðis, sum grundgivið verður fyri, hví hesi viðurskifti skulu broytast. Eisini verður greitt frá fíggjarviðurskiftum Føroya í sambandi við Danmark, og kemur hetta brot inn á, at heimastýrisskipanin ikki hevur gjørt Føroyar meira fíggjarliga sjálvbjargnar, men heldur øvugt. Her verður sipað til nógv umtalaða blokkstuðulin.
Eisini vísir landsstýrið í frágreiðingini til fólkatingslimirnar á, hvussu týdningarmikið tað er fyri føroyingar at fáa eina skipan, ið ger, at føroyingar sjálvir taka uttanríkispoltiskar avgerðir.
Skulu síggja sáttmálauppskotið
Sum skilst á dønum, meta teir ikki skrivið til fólkatingslimirnar sum nóg gott grundarlag fyri at kunna fyrireika seg til samráðingarnar við Føroyingar.
Løgmaður hevur fyrr meldað út, at hann, tá hol verður sett á samráðingarnar, fer at leggja eitt sáttmálauppskot fyri danska forsætisráðharran. Og, sum skilst, er tað hetta sáttmálauppskotið, Poul Nyrup Rasmussen vil hava í hendi áðrenn hann saman við stjórnini fer at fyrireika seg endaliga til samráðingarnar.










