Danir keypa bilar sum næstan ongantíð fyrr, og stendur tann stóri keypghugurin við, fer bilasølan at nærkast meti. Tað eru privatfólk, sum keypa fleiri bilar, meðan vinnulívið keypir færri enn fyrr.
Í september seldu tær donsku bilasølurnar næstan 14.000 persónbilar, og tað er oman fyri metsøluna í fjør. Tað eru serliga teir smáu bilarnir, sum hava áhuga, og hjá fleiri innflytarum eru teir smáu bilarnir útseldir.
Higartil í ár hava danir keypt 128.493 bilar samanborið við 127.230 um somu tíð í fjør. Sølan er sosoatt ikki vaksin nógv tað seinasta árið, men verður hugt at søluni tey seinastu árini, er myndin sera greið. Eitt nú seldu tær donsku bilasølurnar 81.856 bilar í 2009.